Um Okkum

Søgan um Opus byrjar longu hin 13. desember 1977, tá JL Radio varð sett á stovn av Jákupi Lamhauge og konu hansara Jóngerð Lamhauge. JL Radio var ein radiohandil í Runavík, sum seldi alt frá kasettubondum og LP-plátum til stereoanlegg, sjónvørp og parabolir. Eisini høvdu tey umboð upp á Salora sjónvørp.

Hin 11. oktober 1988 keyptu Kaj Johannessen og beiggi hansara Rósing Johannessen JL Radio. Teir høvdu bæði handil og verkstað í Runavík.

Í 2013 lat handilin í Rúnavík aftur og sølan av sjónvørpum og stereoanleggum steðgaði, men virksemið hjá Opus helt áfram við sølu og installatión av parabolum og felags antennuanleggum og service av hesum.

Eisini byrjaði Opus at leggja fibur til bygningar, tunlar og vanlig sethús, og í samband við, at nýggj vatnleiðing varð gjørd í Funningi í 2007, bleiv fibur samstundis lagt til øll hús í bygdini. Opus var veitari av hesari fiburloysn og var Funningur fyrsta bygd í Føroyum, sum fekk fibur til øll húsini í bygdini.

Hin 8. apríl 2022 varð Opus keypt av Sp/f El.fo og Sp/f Sveiggja og í 2025 stovnaði Opus eitt partafelag í Grønlandi við høvuðssæti í Nuuk.
Hetta var ein náttúrligur liður í framhaldandi vøkstrinum hjá felagnum, drigin av vaksandi eftirspurningi eftir álítandi netverks- og samskiftisloysnum í Grønlandi, umframt okkara verandi kundum í økinum.

Við lokalari hjáveru kunnu vit nú bjóða enn betri tænastu, skjótari aftursvar og serliga tillagaðar loysnir til bæði almennar og privatar kundar um alt landið.

Opus er enn veitari av felags antennuanleggum til eigarafeløg og gistingarhús í Føroyum og er størsti veitari á landi av parabolum og parabolhaldi til privata marknaðin. Eisini er Opus størsti veitari av fibri til tunlar, skip og alivinnu.

Í dag veitir Opus eisini internet, netverks- og sjónvarpsloysnir til skip og gistingarhús. Opus hevur ment sína egnu sjónvarps- og streamingloysn, sum kann nýtast á telefonum, teldlum og teldum á hotellum og umborð á skipum.

Opus heldur til í Tórshavn og Grønlandi.

Starvsfólk