Beinleiðis sjónvarp alt samdøgrið
Við okkara stroymingarskipan og netsambandi umvegis fylgisvein, kanst tú síggja beinleiðis sjónvarp umborð.
Fylg við tíðindunum. Síggj ítrótt beinleiðis. Ella slappa av eftir eina drúgva vakt. Tú kanst síggja alt beinleiðis á telefonini, loysnin er sergjørd til føroyska fiskiflotan og er sera løtt at brúka.
Ein einfald, álítandi og samlað skipan, sum ger lívið eitt sindur lættari umborð.

Lurta eftir útvarpinum, beinleiðis umborð
Tað er nakað serligt við at lurta eftir útvarpi, tá tú ert langt heimanífrá. Kendu røddirnar. Tónleikurin. Morgunsendingin, tú altíð lurtaði eftir heima.
Við okkara stroymingarloysn kanst tú nú lurta eftir útvarpi allan dagin, og tú kanst sjálvandi velja júst ta rásina, tú vilt hoyra.
Ring til okkara á +298 203 213 ella send ein teldupost til info@opus.fo, so hjálpa vit tær í gongd beinanvegin.
